Ætla at gera skaðan aftur áðrenn veturin brestur á

Men tað verður eitt ódnartak, tí tað kostar meiri enn øø inntøkan í eitt heilt ár

 

Tað er avgjørt ætlanin at gera skaðan aftur, áðrenn veturin kemur. Tað sigur Mikkjal Sørensen, borgarstjóri í Porkeri.

Í ódnarveðrinum um mánaðarskiftið februar og mars, fekk brimgarðurin á havnarlagnum í Porkeri stóran skaða, tí ein stórur partur av tí skolaði burtur.

Hann sigur, at bygdarráðið hevur biðið ein verkfrøðing leggja eina ætlan fyri, hvussu skaðin kann gerast aftur og tað arbeiðið verður liðugt beint eftir summarfrítíðina.

Og hann sigur, at so er ætlanin at fara undir arbeiðið, so at brimgarðurin er umvældur, tá ið veturin brestur á aftur.

– Vit ætla at gera skaðan aftur so skjótt, sum yvirhøvur tilber, sigur borgarstjórin.

Mikkjal Sørensen sigur, at hóast endalig støða ikki er tikin enn, er tað mest sannlíkt, at brimgarðurin verður lagaður upp aftur, sum hann var. Hann væntar, at skulu broytingar gerast, fer tað at verða munandi dýrari.

Tann fyrsti parturin av grótgarðinum varð lagdur í 1976 og restin eini tvey ár seinni. Grótgarðurin hevur hildið síðani, so tað sigur eitt sindur um náttúrukreftirnar, sum leikaðu í hesa ódnina um mánaðarskiftið februar og mars.

Mikkjal Sørensen ásannar, at tað verður eitt ódnartak hjá kommununi at gera skaðan aftur. Ein fyribils meting sigur, at tað fer at kosta einar 12 milliónir at gera skaðan aftur. Hinvegin eru inntøkurnar hjá kommununi av skatti, einar 10 milliónir um árið, og skuldin hjá kommununi er einar tríggjar milliónir.

 – Skal kommunan hefta fyri alla rokningina, fer tað at fáa stórar avleiðingar og tí hava vit søkt Fíggjarmálaráðið um stuðul til at umvæla skaðan.

– Landskassin hevur stuðlað øðrum kommunum, tá ið skaðar, sum hesir, eru hendir, so vit vóna, at somu treytir verða galdandi fyri allar kommunur, sigur Mikkjal Sørensen.