Eldrarøkt
Gongst sum ætlað, verður farið undir at gera eldrasambýli á Strondum næsta ár.
Á Strondum, sum alla aðrastaðni, er stórur tørvur á stovnsplássum til eldri fólk og tað ætlar bygdarráðið nú at taka til eftirtektar.
Eivind Jacobsen, borgarstjóri, sigur, at málið er ikki endaliga viðgjørt í kommununi, men hann sigur, at tað er stór vælvild í bygdarráðnum fyri eini ætlanum at fara undir at byggja eldrasambýli.
Hann sigur, at fíggjarætlanin fyri næsta ár er ikki løgd enn, men hann ivast ikki í, at peningur verður settur av til eitt eldrasambýlið á fíggjarætlanini fyri 2002.
Endar tað við tí, verður farið undir ætlanina beinanvegin, men tað tekur helst eitt ár at bytggja húsið. Sostatt skuldi tað borið til at tikið húsið í brúk í 2002, ella seinast í 2003, alt eftir, hvussu drúgvar fyrireikingarnar vera.
Sjálvur væntar borgarstjórin, at talan verður um eitt eldrasambýli til eini 10 fólk.
At stórur áhugi er á Strondum fyri eldraviðurskiftum vísti ein fundur, sum var um eldrasambýli leygardagin.
Tað vóru pensjonistarnir á Strondum, sum skipaðu fyri almennum fundi um eldrasambýli, har eisini bygdaráðslimir vórðu boðsendir at kunna fólk um, hvørjar ætlanir kommunnan hevði á økinum.
Eini 35 fólk møttu á fundinum og tað var væl, tí fundurin skuldi bæði kappast við landsdyst í fótbólti, sjavskapping og so var eisini rættiligt illveður.
Á fundinum møttu pensjonistar, yngri fólk og eisini fakfólk á økinum, heimahjálpir o.s.fr.
Enn er ikki greitt, akkurát, hvar í kommununi, ætlaða sambýlið verður bygt, men Eivind Jacobsen sigur, at á fundinum fekk bygdarráðið fleiri hugskot um, hvar eitt slíkt hús lá væl.
Hann sigur í øllum førum, at tað verður ongin trupulleiki at finna eitt hóskandi stykki.
Hann vísur tó á, at tað kom fram á fundium, at tað er umráðandi at finna eitt stykki, har tað ber til at byggja sambýlið út, um tørvur verður á tí.











