Rigmor Dam, landsstýriskvinna í mentamálum, er farin undir arbeiðið at endurskoða lógina um kringvarp.
Tað upplýstu bæði Kristianna Winther Poulsen, løgtingskvinna fyri Javnaðarflokkin, og Óluva Klettskarð, løgtingskvinna í fyri Tjóðveldi, í Løgtinginum í áðni.
Løgtingið viðger eitt uppskot frá Jógvani á Lakjuni, løgtingsmanni fyri Fólkaflokkin um at broyta Kringvarpið, soleiðis at tíðindadeildin verður skild sundur aftur í tvey, eina fyri Útvarpið og eina fyri Sjónvarpið.
Kristianna Winther Poulsen fagnar uppskotinum, men hon vísir samstundis á, at landstýriskvinnan í mentamálum er í ferð við at endurskoða lógina um Kringvarp. Í tí sambandi nevnir hon, at tá ið Sjónvarpið og Kringvarpið vórðu løgd sama, var tað ikki ætlanin, at talan skuldi vera um eina felags tíðindadeild.
Men hon sigur, at tað fer at føra útreiðskur við sær at at skilja tíðindadeildina í Kringvarpinum sundur aftur í tvær sjálvstøðugar deildir, soleiðis sum ætlanin var. Men sum støðan er nú, er vandi fyri, at tíðindi verða ov einstáttað, tí nú er tað ein risastórur storvnur, sum at kalla einsamallur ger av, hvat verður borið fram sum tíðindi.
Ein onnur áhugaverd hugsan er, um vit skulu hava eitt óheft útvarp afturat, sum er púra skilt frá Kringvarpinum. Men hon heldur eisini, at Miðlastuðulin eigur at vera hækkaður, tí hann er tvær milliónir, so teir formáa sær lítið ímóti almenna Kringvarpinum, sum hevur 70 milliónir at arbeiða við.
Eisini Óluva Klettskarð heldur, at hetta er eitt kærkomið uppakot, sum eigur at fáa eina nágreiniliga viðgerð. Hon sigur, at nú landsstýriskvinnan er farin undir at broyta lógina um Kringvarp, er tað ein spurningur, sum verður viðgjørdur, nettupp tann, um tíðindadeildin skal fara sundur aftur í tvey.
Men tað fer at kosta pengar, so spurningurin er so, um Kringvarpið skal fáa eykajáttan at arbeiða við, ella um tað skal fíggjast við teirri játtan, sum Kringvarpið longu hevur.