Ætla at flyta Háskúlan til Sands

Arbeitt verður í Mentamálaráðnum við ætlanum um at flyta Føroya Fólkaháskúla til Sands. Leiðsla og starvsfólk skúlans hava eingi ítøkilig ting fingið á borðið, men eru ivasom um ætlanina

Landsstýrismaðurin við mentamálum hevur ætlanir um at flyta Føroya Fólkaháskúla til Sands. Ætlanin er løgd fyri leiðslu og starvsfðólk skúlans, sum siga seg vera ivasom um hana.
Tað er Annita á Fríðriksmørk, landsstýrismaður við mentamálum, sum hevur lagt hugskotið fyri leiðslu Háskúlans.
Fríðfinnur Johnsson, formaður fyri stýrið fyri Føroya Fólkaháskúla, váttar, at stýrið hevur fingið kunnleika til eina slíka ætlan. Men har eru eingi ítøkilig ting at taka støðu til, sigur hann.
Tað einasta, stýrið veit, er at hugskotið hevur verið havt á lofti munnliga, og at starvsfólkini á skúlanum eru kunnað um tað.
Men tað eru nógvir spurningar, stýrið hevur at seta teimum, sum koma við uppksotinum, sigur Fríðfinnur Johnsson.
?Vit vita einki um, hví skúlin skal flytast. Vit vita einki um, hvussu skúlin skal skipast í framtíðini, um hann verður fluttur. Vit vita einki, um, hvussu skúlin skal fíggjast. Og vit vita einki um, hvør skal ganga á einum nýggjum háskúla á Sandi. Skulu tað vera háskúlanæmingar, sum vit kenna teir í dag, ella skulu tað kanska vera næmingar, sum hava tilknýti til aðrar skúlar samstundis? Er møguliga talan um at leggja fleiri skúlar saman? Einki av hesum hava vit fingið nakað sum helst at vita um, sigur stýrisformaðurin fyir Føroya Fólkaháskúla.
Hann hevur fingið fundarboð í Mentamálaráðnum tann 10. november, har málið skal viðgerast, sigur Fríðfinnur Johnsson. Tá fer so stýrið á fund við landsstýrismannin og umsitingina í Mentamálaráðnum. Og har vænta tey at fáa nakað ítøkiligt á borðið. Tekningar og skrivligar ætlanir, sigur Fríðfinnur Johnsson.
Stjórin á Føroya Fólkaháskúla, Rói Patursson, váttar fyri Sosialinum, at hann var á fudi við umboð fyri Mentamálaráðið allan mikudagin. Men hann vil ikki upplýsa nærri um fundin annað enn, at hann er ivasmur um tær ætlanir, hann hoyrdi um.
Eisini háskúlastjórin sigur, at har kom einki øitøkiligt á borðið. Bara munligar frágreiðingar um møguliga ætlanir, sigur hann. Tað kom eitt tilboð um at flyta skúlan. Meira vil hann ikki siga um tað.
Hann váttar tó at hava frætt, at starvsfólkini á skúlanum eru ikki serliga fegin um hugskotið at flyta aldargamla Háskúlan til Sands.
Eisini háskúlastjórin skal á fund í Mentamálaráðnum tann 10. november, sigur hann. Og tá væntar hann, eins og stýrisformaðurin at fáa nakað ítøkiligt fram um hesa ætlan, sigur hann.
Sosialurin hevur tosað við lærarar á Føroya Fólkaháskúla, sum siga frá, at tey beinleiðis hava fingið tilboð um at flyta til Sands saman við Føroya Fólkaháskúla. Gjarað varð út við, at flyta tey suður, skal teimum vera tryggjaður bústaður í oynni, áðrenn flutt verður. Lærararnir siga, at tey hava øll afturvíst hesum tilboði. Tað samsvarar eisini við tað, háskúlastjórin sigur seg hava hoyrt.
Eisini Mentamálanevnd Løgtingsins hevur frætt um ætlanina og hevur spurt seg fyri hjá Mentamálráðnum, men hevur heldur ikki fingið nakað ítøkiligt at vita.
Annita á Fríðriksmørk, landsstýrismaður við mentamálum, var á ferð heim aftur av Norðurlandaráðsfundi í Oslo, tá roynt varð at fáa viðmerking frá henni, áðrenn blaðið fór til prentingar, so tað eydnaðist ikki at fáa hennara viðmerking til málið.