Landssjúkrahúsið
Nú umleggingar skulu gerast á føðideildini, er eisini ætlanin at kanna eftir, um tað ikki ber til at barnakonur verða útskrivaðar skjótari av føðideildini, enn tær verða nú.
Poul Geert Hansen, stjóri á Landssjúkrahúsinum, sigur, at tað er onganstaðni í londunum rundanum okkum, at barnakonur liggja í fimm dagar á føðideildini eftir at tær hava átt.
Men tað gera tær á føðideildini á Landsssjúkrahúsinum og tí fara tey nú at kanna eftir um tað ber til at at barnakonurnar verða útskrivaðar skjótari.
? À føðideildini skal talið á seingjarplássum endurskoðast og dagførast, sum tað eitur í upplegginum hjá leiðsluni til umleggingarnar á føðideildini.
? Í londunum rundanum okkum eiga barnakonur næstan ambulant og í nógvum førum fara tær heim longu heim dagin eftir at tær hava átt.
Men stjórin á Landsjúkrahúsinum sigur, at ongin avgerð er tikin um hetta enn um nakrar broytingar verða gjørdar á føðideildini á Landssjúkrahúsinum í hesum sambandi.
Hann veit heldur ikki um tað rætta er í Føroyum, at barnakonur bara skulu liggja ein dag eftir, at tær hava átt, ella um tær skulu liggja longri.
? Skulu barnakonurnar útskrivast skjótari enn tær nú verða, fer tað eisini at seta størri krøv til heilsusystraskipanina og tí má greiða eisini fáast á um hon er til reiðar at átaka sær hesa eyka uppgávuna, sigur Poul Geert Hansen.
9,5 milliónir í halli
Ì fjør hevði Landssjúkrahúsið annars 9,5 milliónir í halli.
Tað upplýsti Landssjúkrahúsið í einum í einum tíðindaskrivi frá Landssjúkrahúsinum fyrr í vikuni.
Høvuðsorsøkin er ein stórur vøkstur í útreiðslunum til heilivág, viðgerðarvørur og orku, samstundis sum fíggjarkarmurin til hetta økið hevur verið mestsum óbroyttur.
Eftir at nýbygningurin varð tikin í nýtslu, er virksemið á sjúkrahúsinum økt. Á skurðgongini eru 13% fleiri sjúklingar viðgjørdir í 2004, í mun til sama tíðarskeið í 2003. Harafturat verða fleiri krabbameinssjúklingar, sum fyrr noyddust av landinum, nú viðgjørdir í Føroyum. Øktu heilivágsútreiðslurnar komast millum annað av at nýggi og effektivari heilivágurin, sum verður nýttur, eisini er væl dýrari.
3 milliónir í halli um árið
Síðani 1999 hevur sjúkrahúsið havt eitt árligt undirskot upp á umleið 3 milliónir krónur. Rakstrarjáttanin hevur verið nærum óbroytt hesi árini, samstundis sum útreiðslurnar til heilivág, viðgerðarvørur og orku, eru hækkaðar umleið 15 milliónir krónur.
Hóast hendan stóra vøksturin í útreiðslunum, er árliga undirskotið ikki vaksið fyrr enn í 2004, tá tað ikki longur var møguligt at klípa burtur av ymsa staðni í rakstrinum. Og í fjør varð halli altso 9,5 milliónir.
Fyri at javnvág aftur skal fáast í raksturin á Landssjúkrahúsinum er neyðugt við umleggingum í virkseminum í longdini og við eini hægri fíggjarjáttan her og nú. Landsstýrið hevur tí avgjørt at søkja Løgtingið um eina eykajáttan upp á 6 milliónir krónur í ár.
Restin av rakstrarundirskotinum verður fingið til vega við effektiviseringum í kjalarvørrinum av umleggingum í virkseminum á sjúkrahúsinum.