Ætla at byggja læknamiðstøð uttan landsstuðul

Landsstýrið vil ongan stuðul lata til nýggja læknamiðstøð í Klaksvík, men Klaksvíkar kommuna ætlar tó at gera álvara av ætlanini

Klaksvíkar kommuna fær ongan stuðul frá landsstýrinum til at gera nýggja læknamiðstøð í býnum, men hetta skal ikki gera av við ætlanina.

Kommunan ætlar at seta pengar av á fíggjarætlanini næsta ár, sum skulu brúkast til at gera eina læknamiðstøð í miðbýnum.

? Arbeiðsumstøðurnar hjá kommunulæknunum er ótolandi, og sjálvt um vit hava gjørt hølini hjá einum av læknunum í stand, eru framvegis tveir læknar, sum skulu hava munandi betri umstøður, sigur Steinbjørn Jacobsen, virkandi býráðsformaður í Klaksvík.

? Støðan er akutt, tí skulu vit fáa kommunulæknar til Klaksvíkar, so mugu vit kunna bjóða teimum betri umstøður.


Vóna at seta

øll fýra størvini

Í løtuni eru tveir kommunulæknar í Klaksvík, umframt ein svii, sum er avloysari. Fýra kommunulæknastørv eru normerað í Klaksvík, men bert tríggir læknar eru í býnum, og tað hevur stundum gingið illa við at finna avloysarar.

Nýggja læknamiðstøðin skal byggjast við sandin.. Læknamiðstøðin skal gerast norðanfyri politistøðina.

? Vit fara næsta ár at arbeiða ítøkiligt við ætlanini, og tað gera vit sjálvt um landsstýrið ikki vil lata okkum stuðul, sigur Steinbjørn Jacobsen.

Ætlanin er, at læknamiðstøðin skal hýsa øllum kommunulæknunum í býnum, og Klaksvíkar kommuna vónar, at tað fer at bera til at seta øll fýra størvini í nærmastu framtíð. Tað skal millum annað ein nýggj læknamiðstøð syrgja fyri.