Umsitingin hjá Tórshavnar kommunu fer nú at tingast við byggifelag um at byggja eina fimleikahøll í Gundadali Tórshavnar býráð hevur givið sínari umsiting heimild til at fara undir samráðingar við byggifelagið MT Højgaard um ein sáttmála um at byggja eina fimleikahøll við Tórsvøll.
Talan er um at byggja eina nútímans fimleikahøll, sum stendur altjóða mát, við norðara enda av Tórsvølli. Tað er niðan móti svimjihøllini.
Málið hevur fingið drúgva viðgerð bæði í býráðnum og í nevndum, áðrenn býráðið seinasta hóskvøld gav umsitingini loyvi til at fara undir samráðingar við MT Højgaard, sum hevur eitt uppskot til bygging, sum verður mett at fara at kosta umleið 45 milliónir krónur.