Ætla at bjarga toskinum

ES-nevndin hevur nú lagt eina ætlan um at bjarga toskinum á fleiri leiðum, eitt nú Norðsjónum, Skagerak og Kattegat.

Ætlanin umfatar eitt tíggju ára skeið. Um toskastovnin í Norðsjónum sigur nevndin, at nýggju tiltøkini skulu gera, at stovnurin av fullvaksnum toski fer at veksa eini 30 prosent um árið. Stovnurin er í løtuni um 32.000 tons, men skal mennast, so hann í fyrstu atløgu kemur upp á 70.000 tons. Seinni er so ætlanin, at hann skal koma upp á 150.000 tons.

Samstundis hevur ES-nevndin gjørt av at áseta nýggjar reglur, sum skulu skerja veiðitrýstið. Nú er ikki bert talan um kvotur og fiskidagar, tí nú skal maskinorkan hjá tí einstaka farinum eisini hava týdning, tá veiðan skal ásetast.