Byggifyritøkan Skanska skal nú kanna, um tað ber til at gera ein 100 kilometrar langan tunnil frá Skåne í Svøríki til Norðurtýsklands. Tunnilin, skal skal brúkast til tokferðslu, er mettur at kostar 90 milliardir krónur.
Danska blaðið Ingeniøren skrivar, at tann svenski stórídnaðurin hevur leingi biðið um at fáa beinleiðis jarnbreytarsamband við Týskland uttan um Danmark, men hetta er fyrstu ferð, at hugskotið er komið so langt sum hesaferð, skrivar blaðið.
Teinurin frá suðurendanum á Skåne til týsku norðurstrondina er um 100 kilometrar, og verður verkætlanin framd í verki, verður hetta heimsins longsti jarnbreytartunnil, skrivar Ingeniøren.
Danmark og Týskland hava gjørt av at gera ein 19 kilometrar langan tunnil millum londini, men sum skilst hava sviar ikki tikið hetta sambandið við í sínar framtíðarætlanir.