Bólkurin Lukas Graham, sum hevur havt stóra altjóð framgongd seinasta árið, hevur avlýst tríggjar konsertir í Australia og Japan.
Orsøkin er, at sangarin Lukas Graham Forchammer er útlúgvaður av strævnu skránni seinasta árið og hevur ikki orku at fara langa vegin at halda konsertir júst nú.
Bólkurin biður um umbering fyri avlýsingina, men vónar at koma til Japan og Australia innan ov langa tíð.
Næsta konsertin á skránni hjá Lukas Graham er 10. november.