Tjóvstarta hondbóltin

KÍF skipar í dag í ítróttarhøllini í Kollafirði fyri eini lítlari hondbóltskapping fyri fýra av fremru liðunum í Atlantic Airways-kappingini hjá monnum.

Upp á henda mátan ber til hjá liðunum at fáa nakrar skjótar venjingardystir, umframt at onnur kunnu lodda dýpið fyri at vita, hvussu tey ymsu liðini eru fyri.

Liðini, sum eru við, eru KÍF, H71, VÍF og Kyndil, sum av fleiri verða mett millum størstu favorittarnir hetta komandi kappingarárið.

Spældir verða tilsamans seks dystir, so øll liðini spæla einaferð ímóti hvørjumøðrum, og hvør dystur er tvær ferðir 20 minuttir.

Skráin sær soleiðis út:

Kl. 13.00 VÍF-KÍF
Kl. 13.50 H71-Kyndil
Kl. 14.50 KÍF-H71
Kl. 15.40 Kyndil-VÍF
Kl. 16.40 VÍF-H71
Kl. 17.20 KÍF-Kyndil