Tjóveldi kann missa nevndarsessir

Tað kostaði Marin Katrinu Frýdal sessin í bygginevndini fyri brúnna um Sandá, tá hon alment fanst at Heðini Mortensen, borgarstjóra, í marsmánaði

Tað kostaði Marin Katrinu Frýdal sessin í bygginevndini fyri brúnna um Sandá, tá hon alment fanst at Heðini Mortensen, borgarstjóra, í marsmánaði.

 

Tí er hugsandi, at nevndirnar í Tórshavnar býráð verða broyttar, nú Tjóðveldi er farið úr samgonguni.

 

Jógvan Arge er varaborgarstjóri. Men hann missir ikki sessin uttan so, at hann sjálvur sigur sessin frá sær. Formansskapurin í býráðnum er valdur fyri alt valskeiðið.

 

Í seinasta valskeiði fór táverandi varaborgarstjóri hjá Tjóðveldi, Bogi Andreasen, úr Tjóðveldi og upp í Fólkaflokkin. Hann fór harvið úr samgonguni og upp í andstøðuna. Men hann segði ikki varabrogarsessin frá sær. Spurningurin er so, um Jógvan Arge heldur líka fast við varaborgarstjórasessin, sum Bogi Andreasen gjørdi. Sessurin sum varaborgarstjóri hevur tó ongan praktiskan ella politiskan týdning fyri valdsbýtið í býráðnum.

 

Nenvdarbýtið í býráðnum sær nú soleiðis út (umboðini hjá Tjóðveldi við kursiv):

 

Fíggjarnevndin:

Heðin Mortensen, form.

Tróndur Sigurdsson

Sjúrður Olsen

Jógvan Arge

Annfinn Brekkstein

 

Tekniska nevnd:

Elin Lindenskov, forkv.


Sigrún Mohr


Helena Dam á Neystabø


Bogi Andreasen


Marin Katrina Frýdal

 

Mentamálanevndin:

Helena Dam á Neystabø, forkv.


Tróndur Sigurdsson


Sigrún Mohr


Bogi Andreasen


Jógvan Arge

 

Trivnaðarnevndin:

Bjørghild Djurhuus, forkv.

Sigrún Mohr

Halla Samuelsen

Annfinn Brekkstein

Marin Katrina Frýdal

 

Vinnunevndin:

Sjúrður Olsen, form.

Tróndur Sigurdsson

Halla Samuelsen

Bjørghild Djurhuus

Jákup Dam

 

Økisnevndin:

Jákup Dam, form.

Annfinn Brekkstein 

Bogi Andreasen 

Elin Lindenskov 

Halla Samuelsen