- Kári á Rógvi var so øgiliga nógv. Millum annað var hann ein tann fremsti tjóðarbyggjari, ið vit hava átt í nýggjari tíð.
Tað sigur Høgni Hoydal, formaður í Tjóðveldi. Á flokstingunum hjá Tjóðveldi í morgun nýtti hann høvi til at minnast Kára á Rógvi, løgfrøðing og fyrrverandi løgtingsmann.
Tjóðveldisfólk mintust Kára á Rógvi, og tjóðveldisfólk, sum eru farin hetta seinasta árið, síðani seinasta floksting.
- Vit syrgja og sakna og vit senda mildar og heitar tankar til teirra og til teirra, ið stóðu teimum næst, og takka fyri tað, ið tey hava givið okkum, segði Høgni Hoydal.
Kári á Rógvi og Høgni Hoydal vóru ikki floksfelagir, men kortini nýtti hann eisini høvi til at minnast hann.
- Eg fari eisini at loyva mær at senda eina serliga kvøðu, og djúpastu samkenslukvøður til tey, ið sita eftir hann.
Hann vísti á, at Kári á Rógvi var ein ein politiskur felagi og ein góður og hollur vinur.
- Kára á Rógvi var professari, fyrrverandi tingmaður og formaður í Sjálvstýrisflokkinum. Men hann var so øgiliga nógv. Og millum annað var hann ein tann fremsti tjóðarbyggjari, ið vit hava átt í nýggjari tíð.
- Bæði í sínum politiska virki, í sínum strevi at byggja løgfrøðiútbúgving í Føroyum, sum høvundur til føroyska grundlóg og í sínum frítíðar- og mentanarvirksemi.
- Eitt gosfjall er slóknað við Kára á Rógvi. Og tað er ein ólýsandi missur. Men tað, ið hann hevur sett niður og fingið at næla, fer at liva í øldir, segði Høgni Hoydal.