»Eg havi onga viðmerking«.
Tað eru stuttu og greiðu boðini í sms'i frá Liljuni Weihe.
Og tað er serliga áhugavert at frætta, hvat júst limirnir hjá Tjóveldi í uttanlandsnevndini meina, tær eru Liljan Weihe og Annika Olsen, tí tað eru tær, sum skulu ráðgeva landsstýrismanninum í fiskivinnumálum, sum er hann, ið formliga tekur avgerðina, um samráðingar vera við stjórnina hjá Putin ella ikki. Hinir limirnir hjá samgonguni í uttanlansnevndini eru Bjarni Hammer úr Javnaðarflokkinum og Sólvit Nolsø úr Framsókn, sum hevur lovað at svarað okkum um málið seinni í dag.
Løgmaður er annars púra greiður í hesum máli og sigur tað sama, sum hann og flokkur hansara hava sagt allatíðina, at so leingi sum Russland er í kríggi í Ukraina, so verða ongar samráðingar um nýggjan sáttmála.
Við útvarpið sigur løgmaður, at hann og flokkur hansara hava stórt forsáilisi fyri, at tað kann raka ávísar vinnufyritøkur og øki í landinum.
– Men harfrá og so til á stjórnarstigi at gera eina avtalu við Russland, altso Føroya Landsstýri og russiska stjórnin hjá Putin, tað halda vit ikki vera rætt, hvørki moralskt, etiskt ella trygdarpolitiskt, segði hann við útvarpið leygarkvøldið.
Hann segði, at Javnaðarflokkurin stendur við sítt. At flokkurin heldur tað sama, sum hann helt fyri kríggið, og sum hann fer at halda so leingi kríggið varir.
Men løgmaður hevur ikki meirilutan í samgonguni. Javnaðarflokkurin hevur 9 av teimum 18 tingsessunum hjá samgonguni.
Tað er týðuligt, at Aksel V. Johannesen leggur ábyrgdina fyri broyttu støðuna í samgonguni yvir á hinar báðar samgonguflokkarnar – uttan at siga tað beinleiðis.
Støðan er nú hin sama, sum hon var fyri einum ári síðani, tá Bárður á Steig Nielsen skrivaði út val, tí hann ikki væntaði at fáa meiriluta fyri at fara undir samráðingar við stjórnina hjá Putin. Bara við øvugtum fortekni, at Aksel V. Johannesen helst ikki sær nakran meiriluta fyri IKKI at fara til samráðingar.
Men málið skal ikki í Løgtingið, og tað er ikki neyðugt, at øll 18 í samgonguni skulu vera samd. Men tað skal helst vera so nøkulunda semja, um samstarvið skal halda.
Men tað er ein møguleiki, at ein rímuliga stórur meiriluti í samgonguni hevur somu støðu sum løgmaður og Javnaðarflokkurin, og at tað so ikki verður farið undir samráðingar um nýggja sáttmála, sjálvt um tað í roynd og veru er meiriluti í Løgtinginum fyri at gera nýggjan sáttmála.
Ein semja við andstøðuflokkarnar kann valla merkja annað enn, at nýggjar samráðingar verða við russar.