Tjóðveldi stillar tveir suðringar upp

Suðuroyar Tjóðveldisfelag hevði uppstillingarfund í gjárkvøldið og hevur í dag almannakunngjørt listan.

Í gjárkvøldið hevði Suðuroyar Tjóðveldisfelag uppstillingarfund, og listin til løgtingsvalið er nú klárur.

 

Sirið Stenberg, løgtingskvinna fyri Tjóðveldi er á listanum, umframt at Arni Nielsen, ið er bygdaráðslimur í Fámjin og áður hevur verið uppstillaður fyri flokkin, eisini stillar upp hesaferð.

 

Sirið Stenberg, løgtingskvinna, takkar fyri álitið og vónar, at flokkurin loksins fer at náa málinum um frælst fólk í frælsum landi.