Í sambandi við fólkaatkvøðuna í Skotlandi um loysing frá Bretlandi 18. september ætlar Tjóðveldi at leiga flogfar, so tjóðveldisfólk kunnu fara at Skotland at stuðla skotum, sum vilja loysa frá Bretlandi.
Flokkurin skrivar á heimasíðuni, at 18. september 2014 verður fólkaatkvøða í Skotlandi. Tá skulu skotar gera av um loysast skal frá Bretlandi. Hetta merkir sjálvandi politiska virksemið í Skotlandi og ikki minst í Westminister.
– Í aðalstjórn floksins hava vit tosað um, at tað kundi verið hugaligt at farið til Skotlands at stuðla SNP - Scottisch National Party og upplivað eitt valstríð við tí dámi og kenslum, sum tað inniber.
Floksskrivstovan hevur kannað møguleikan at leiga eitt flogfar til endamálið, og tað er gjørligt, men greitt er, at tað krevur nakað. Og tað er fyri at kanna, um undirtøka er fyri hesum, at tíðindini eru løgd á heimasíðu floksins.
– Vit fara úr Vágum 16. september kl. 10.30 og lenda aftur í Vágum 20. september kl. 24.00, skrivar Tjóðveldi.