Eftir at valúrslitið í Tórshavnar kommunu var greitt, sóust nýggju býráðslimir snúgva sær í ymsar ættir í Høllini á Hálsi. Tað sást skjótt, at tað rann mest saman millum umboðini hjá Tjóðveldi og Javnaðarflokkinum, sum fóru avstað saman.
Sum skilst sita tey nú og samráðast um nýggja samgongu í Tórshavnar býráð.
Tjóðveldi fekk fýra býráðslimir á valinum í dag, ein meria enn á undanfarna vali. Javnaðarflokkurin fekk tríggjar, sum er tríggjar færri enn á valinum seinast. Og tá Tjóðveldi er tann størri flokkurin og hevur toppskoraran á valinum, so er tað ein upplagdur møguleiki. Tað er eisini einasti møguleikin, har tveir flokkar kunnu skipa samgongu.
##med2##
Sjálvsagt eru aðrir møguleikar, men tá skulu tríggir ella fýra flokkar samstarva.
Móti morgni frætta vit helst meira um, hvussu leikur fer við samráðingunum, men sum oftast er nýggj samgonga skipað áðrenn sólin rísur á fyrsta sinni eftir at valúrslitið er greitt.
##med3##
##med4##
##med5##
##med6##
##med7##
##med8##