Sunnudagin fer Tjóðveldi at minnast Erlend Patursson, fyrrverandi formann Tjóðveldisfloksins, á samkomu í Norðurlandahúsinum.
Erlendur Patursson var borin í heim 20. august í 1913 í Kirkjubø. Hann var kendur politikari og fakfelagsformaður og ein av stovnarum tjóðveldisfloksins, umframt at hann var ein av undangongumonnunum at fáa Norðurlandahúsið bygt.
Tann 24. august í ár eru 100 ár liðin, síðani Erlendur var føddur, og í tí sambandi verður 100 ára minningarhald fyri honum í Norðurlandahúsinum sunnudagin 1. september kl. 16.00.
Á skránni eru framløgur, yrkingar og tónleik, ið lýsa lívið hjá Erlendi og hansara virki.
Skráin:
Vælkomin: Jógvan Durhuus, fundarstjóri
Felagssangur
Karin Kjølbro: Erlendur, persónurin og politikarin
Tónleikur: Andrea Heindriksdóttir / Ólavur Jakobsen
Hans Andrias Sølvará: Søga floksins
Tórbjørn Jacobsen: Arbeiði við bókini um søgu floksins
Tónleikur: Eyðun og Rani Nolsøe
Steðgur
Turið Sigurðardóttir: lesur yrkingina Kellingin. Kannað Erlendi Paturssyni.
Tórshavnar Manskór
Hildur Patursson:Um pápan
Høgni Hoydal: Føroyar nú og komandi
Tjóðsangurin
Tjóðveldi









