Tjóðveldi ikki býtt nevndarsessir enn

Enn eru nøvn ikki sett á nevndarsessirnar hjá nýggju samgonguni í Tórshavnar býráð.

 

Í gjárkvøldið boðaði samgongan frá, hvussu formanssessirnir skuldu býtast millum flokkarnar.

 

Fólkaflokkurin fær formannin í Vinnunevndini. Har er lætt at seta navn á, tí Fólkaflokkurin hevur bara ein býráðslim umframt borgarstjóran. Tað er Bogi Andreasen. Tað verður hann, sum skal leiða vinnunevndina og harvið eisini politiskt standa á odda fyri útbyggingini av Tórshavnar havn. Fólkaflokkurin hevur lagt stóran dent á hendan nevndarsessin og fekk hann eisini í samgonguskalinum, sum Fólkaflokkurin skrivaði undir saman við Javnaðarflokkinum og Sambandsflokkinum fyrranáttina.

 

Tað verður eisini Bogi Andreasen, sum eitt nú skal gera avtalu um, hvat Sjóvinnuhúsið á Vestaru Bryggju skal brúkast til.

 

Tað verður Tjóðveldi sum fer at hava meirilutan av samgonguumboðunum í flestu nevndum. Tað er av tí einfaldu orsøk, at Tjóðveldi hevur fýra fólk, sum skulu í nevndirnar. Fólkaflokkurin og Framsókn hava bara ein. Í fíggjarnevndini er borgarstjórin føddur formaður, so har kann Fólkaflokkurin fáa tvey umboð.

 

Nýggju nevdina, sum samgongan ætlar at seta, kalla tey »nevndin fyri eldraøkið« – eitt øki, sum verður tikið úr trivnaðarnevndini. Tað verður Bergunn Kass, sum fer at leiða hesa nevndina.

 

Tey fýra umboðini hjá Tjóðveldi skulu so býta seks formanssessir ímillum sín:

 

1. Teknisku nevnd

2. Mentamálanevndini

3. Trivnaðarnevndini

4. Náttúru og Umhvørvisnevndini

5. Byggi- og býarskipanarnevndini

6. Økisnevndini

 

Tjóðveldi fær formannin í Økisnevndini.
 
Fólkaflokkurin fær formannin í Fjarhitafelagnum.
 
Tjóðveldi fær umboð í nevndini í SEV
 

– Vit hava enn ikki sett nøvn á umboðini hjá Tjóðveldi, segði Gunvør Balle, tá samráðingarfundurin endaði um níggju tíðina í gjárkvøldið.

 

Tað er líkt til, at nýggja samgongan ætlar at geva sær góðar stundir at fáa samgongugrundarlagið upp á pláss, og enn hava tey ikki tosað um, nær tey ætla at fáa nýggja býráðið kallað saman, so tey kunnu skipa seg við vali av borgarstjóra og nevndum. Hesin fundur skal haldast fyri nýggjár, tí nýggja býráðið tekur við 1. januar.

 

Tað er fyrstvaldi býráðslimur, sum skal kalla nýggja býráðið saman. Fyrstvaldi er tann á tí størsta listanum, ið fekk flestar atkvøður. Tað er Heðin Mortensen.