Hvussu verður loysingin fíggjað?
Hetta er ein “ofta-settur-spurningur”, sum nú verður tikin til viðgerðar á skeiðsdegi Tjóðveldis í Stóra Pakkhúsi í Vági. Tiltakið verður leygardagin 15. mars frá klokkan 14-17, og øll eru vælkomin at taka lut.
Á skeiðnum verða vinnumál eisini tikin til viðgerðar.
Tað verða Høgni Hoydal, floksformaður og tingmaður og Bjørt Samuelsen, tingkvinna og fyrrverandi landsstýriskvinna í vinnumálum, sum fara at leggja fyri.
Høgni fer at hava framløgu um, hvussu Føroyar fíggja loysingina og skipa ein sjálvberandi og varandi búskap, og Bjørt Samuelsen fer at hava framløgu, sum tekur støði í nýggju stevnumiðum Tjóðveldis á vinnulívsøkinum.
Heitið á framløguni hjá Bjørt Samuelsen er "Ferð á eitt nýmennandi vinnulív".
Á facebook-síðuni "Politiskir Skeiðsdagar" er neyvari kunning um tiltakið hjá Tjóðveidi í Vági.










