- Tað gongur ikki, at bæði umboðini á fólkatingi eru fastir partar av donskum samgongum og donskum flokkum, heldur Tjóðveldi, sum hevði framløgufund í morgun. Myndir: Álvur Haraldsen.

Tjóðveldi: Til arbeiðis fyri allar Føroyar

- Føroyar mugu hava eina umboðan á Fólkatingi, sum ongantíð hevur onnur atlit enn Føroya fólk og føroysk tjóðskaparmál, sigur Tjóðveldi, sum júst hevur lagt høvuðspunktini fram, sum flokkurin fer at leggja dent á til fólkatingsvalið.

- Tað gongur ikki, at bæði umboðini á fólkatingi eru fastir partar av donskum samgongum og donskum flokkum, heldur Tjóðveldi, sum hevði framløgufund í morgun. Myndir: Álvur Haraldsen.

Tjóðveldi hevði í morgun framløgu, nú fólkatingsval er útskrivað at verða hin 1. november. Á listanum hevur flokkurin sjey kvinnur og seks menn.

 

- Tað gongur ikki, at bæði umboðini hjá okkara landi eru fastir partar av donskum samgongum og donskum politiskum flokkum. Hetta hevur við sær, at vit oftast ivast í, hvønn tey arbeiða fyri, tá Føroyar og Danmark hava ymisk áhugamál.

 

Tjóðveldi stillar tí upp til fólkatingsvalið hesaferð við einum arbeiðssetningi, sum fevnir um seks høvuðsmál:

 

1) Vit eru vaktarhundur hjá Føroyum, tá onnur royna at flyta mál av føroyskum hondum og royna at taka avgerðir um Føroyar yvir høvdið á okkum.

 

2) Vit blanda okkum, tá danir í samband við uttanríkis-og verjumál uppføra seg sum um, at Føroyar eru tað sama sum Bornholm ella Læsø.

 

3) Vit tryggja og menna rættindini hjá føroyskum lesandi, sjúklingum, pensjónistum og øðrum við ørindum í Danmark og hjá donskum myndugleikum.

 

4) Vit gera klárt til, at føroyskt dómsvald, løgregla og loftrúm verða sett á stovn og skipað.

 

5) Vit varpa ljós á føroysk tjóðskaparmál í øllum samanhangum og tala Føroya søk til øll høvi.

 

6) Verða vit avgerandi fyri, hvør stjórn fær valdið í Danmark, verður okkara krav: At Danmark alment boðar frá, at bara føroyingar gera av, nær vit vilja gerast ein statur í heiminum - og at Førpya fólk uttan uppíblanding kann samtykkja sína egnu grundlóg.

 

Vit fara seinni at venda aftur til ymiskt av tí, sum Tjóðveldi hevði at siga á framløgufundinum á Parnassinum á Hotel Hafnia í morgun.

 

##med2##

 

 

 

 

 

 

 

- Tað gongur ikki, at bæði umboðini á fólkatingi eru fastir partar av donskum samgongum og donskum flokkum, heldur Tjóðveldi, sum hevði framløgufund í morgun. Myndir: Álvur Haraldsen.