Tjóðskaparmálið er steindeytt

Tað staðfesti Annika Olsen, landsstýriskvinna í almannamálum, undir viðgerðini av løgmansrøðuni.

Tað staðfesti Annika Olsen, landsstýriskvinna í almannamálum, undir viðgerðini av løgmansrøðuni.

 

Hon segði seg harmast um, at tjóðskaparmálið er steindeytt undir hesi samgonguni. Samstundis ávaraði hon ímóti, at fólk fóru at taka støðuga retorikkin um loysing-samband uppaftur nú beint upp undir valið.

 

– Tað loysir einki. Men eg vóni, at vit nú kunnu gera okkurt munagott, sum kann flyta mørk.  Vit mugu gera okkurt, sum kann loysa gordiska knútin. Men tað merkir, at øll mugu geva seg, so vit kunnu finna miðloysnina í tjóðskaparmálinum, segði Annika Olsen.

 

Helgi Abrahamsen úr Sambandsflokkin helt fyri, at um tingfólk vilja reka fullveldispolitikk, so eiga tey at fara í samgongu við Tjóðveldi og øðrum.

 

– Tað verður so ikki gjørt saman við Sambandsflokkinum, staðfesti hann.