Kappingin um staðseting og arkitektakappingin hava verið, og Tjóðleikhúsið er partur av heildarætlan hjá kommununi fyri økið á Bursatanga.
Eftir ætlan verður ein verklags- og heimildarlóg løgd fyri Løgtingið í heyst, har Løgtingið setur ávísa upphædd av til verklagið, samstundis sum landsstýriskvinnan fær heimild at taka ímóti fígging frá útlendskum grunnum.
Landsverk hevur gjørt ein faldara, ið skal brúkast í sambandi við umsóknir um uttanhýsis fígging.










