Danski Tjóðbankin ger í dag sum Evropiski Miðbankin og lækker rentuna við 0,25 prosentstigum.
Hesum boðaði tjóðbankin frá fyri løtu síðani.
Eisini føroyingar kunnu fegnast um tað, tí tá Tjóðbankin lækkar rentuna, so fylgja bankarnir honum – eisini føroysku bankarnir, sum í næstum fara at boða frá somu rentulækking.