Tjóðartingið góðtekur nýggjan verjumálaráðharra

Eftirmaðurin, Rustem Umerov, kemur av Krim-hálvoynni, sum russar tóku frá Ukraina í 2014.

Í dag veit tíðindastovan NTB at siga, at ukrainska tjóðartingið hevur góðkent, at Rustem Umerov verður nýggjur verjumálaráðharri.

 

Tað var herfyri, at ukrainski forsetin, Volodymyr Zelenskyj, boðaði frá, at Ukraina fór at fáa nýggjan verjumálaráðharra.

 

Oleksij Reznikov, sum hevur verið verjumálaráðharri í meginpartinum av forsetatíðini hjá Volodymyr Zelenskyj, skuldi nú skiftast út.

 

Eftirmaðurin, Rustem Umerov, kemur av Krim-hálvoynni, sum russar tóku frá Ukraina í 2014.

 

Rustem Umerov hoyrir til tatar-fólkið, sum tey vera rópt.

 

- Hetta er ein muslimskur minniluti, sum leingi hevur verið trýstur av Russlandi, veit tíðindastovan NTB at siga í dag.