Eitt neyst í Vági varð í dag selt fyri 900.000 kr.
Tað vísir heimasíðan hjá Skyn.
Talan er um gamla kappróðrarneystið hjá Vágs kappróðrarfelag yvan Land í Vági, sum varð selt í fjør og tinglýst fyri júst sjey mánaðum síðani, hin 27. mai í 2020. Tá varð neystið selt fyri 450.000 kr.
Nýggju eigararnir hava longu sett neystið til sølu aftur, og hjá teimum hepnaðist munandi betur enn hjá Vágs Kappróðrarfelag, tí hesaferð fór neystið fyri júst tað dupulta, 900.000 krónur.
Vágs Kappróðrarfelag helt til í neystinum yvan Land í mong harrans ár. Men fluttu í munandi betri umstøður í pakkuhús á havnarlagnum hinumegin fjørðin.
Skyn lýsti neystið soleiðis í sølulýsingini:
##med2##
»Neyst, Líðarvegur 11, Vágur:
Talan er um eitt stórt neyst í tveimum hæddum við tilhoyrandi bátabrúgv. Seinastu árini er neystið blivið umvælt innan, og eru góðir møguleikar hjá komandi eigara at seta sín egna dám á, hvat viðvíkir víðari innrætting av neystinum.
Í ovaru hæddini er eitt stórt rúm, og í niðaru hæddini er eitt stórt høli, ið kann nýtast til bátar o.a.
Ognin liggur væl fyri miðskeiðis í bygdini, og er stutt til m.a. Marghøllina, Pálshøll, matstøð, spælipláss o.a.«
##med3##