Barack Obama er heimsins best lønti stjórnarleiðari. Tað er CNN, sum hevur sett saman eitt yvirlit yvir, hvat stjórnarleiðarar í nøkrum av størstu londum heimsins fáa í løn.
Ovast á listanum trónar sum vera man Barack Obama. Árslønin hjá amerikanska forsetanum er smáar tríggjar milliónir krónur.
Næstovast á listanum er Justin Trudeau, forsætisráðharri í Kanada. Hansara ársløn er 1,7 milliónir krónur.
Angela Merkel hevur triðhægstu lønina, sum er 1,6 milliónir krónur. Hon fær tó komandi tvey árini eina lønarhækkan upp á tvey prosent um árið.
Síðani koma fyrstu stjórnarleiðararnir, sum ikki eru úr vesturheiminum. Shinzo Abe, forsætisráðharri í Japan, hevur eina ársløn á 1,5 milliónir krónur og Jacob Zuma, forseti í Suðurafrika fær 1,4 milliónir krónur.
Stjórnarleiðararnir í teimum báðum stóru evropisku tjóðunum, Francois Hollande, forseti í Fraklandi og Teresa May, forsætisráðharri í Bretlandi, fáa ávikavist 1,3 og 1,2 milliónir krónur um árið.
Russiski forsetin, Vladimir Putin, hevur eina ársløn áljóðandi 888.000 krónur. Tað er kort síðani, at vesturlendskir miðlar gjørdu nógv burtur úr stóru inntøkuni hjá russiska forsetanum, men sambært almennum tølum er hetta ársløn hansara.
Matteo Renzi úr Italia fær 800.000 krónur, Dilma Roussef úr Brasil fær 727.000, og Narendra Modi úr India og Xi Jinping úr Kina fáa einans 162.000 krónur í løn um árið.
Norðurlendsku stjórnarleiðararnir eru ikki við á yvirlitinum hjá CNN.
Lars Løkk Rasmussen, forsætisráðharri í Danmark, forvinnur 1,5 milliónir krónur um árið, á leið tað sama sum Stefan Löfven, forsætisráðharri í Svøríki. Juha Sipilä, forsætisráðharri í Finlandi fær 1,3 milliónir krónur um árið, sum er tað sama, sum Erna Solberg í Noregi.
Kim Kielsen í Grønlandi fær góða millión, meðan Sigurður Ingi Jóhansson fær 680.000 krónur um árið. Føroya løgmaður, Aksel V. Johannesen, fær 912.000 krónur um árið.










