Tjarnargarður sýnir fram hjá Dugna

Í dag lat upp framsýning við ymsum lutum, ið bufólkini á Tjarnargarði hava tilevnað. Framsýningin sæst í hølunum hjá Dugna á Hjalla.

Á Tjarnargarði fer ymiskt handaligt virksemi fram um dagarna. Har búgva 34 fólk, og um 9 fólk, sum eru minnisveik og heimabúgvandi, eru partur av dagdeildinini. Saman við starvsfólki fáa hesi evna ymiskt til at lata burtur. Eitt nú hava tey latið lutir til Christmas Child-tiltakið og Rumenia-hjálpina.

Søluframsýningin lat upp í dag, og er opin fram til 13. september.