TJANT ? ein tónlistarlig verkætlan hjá Heðin Ziska Davidsen

Tjant er ein tónlistarlig verkætlan, ið er grundað á komposisiónirnar hjá føroyska komponistinum Heðin Ziska Davidsen. Heðin varð føddur í 1977, og hevur fingist við tónleik síðani 1995. Hann hevur spælt bæði metal og rokk tónleik, umframt etniskan jazz. Fyrsta fløgan hjá Tjant, sum er uppkallað eftir bólkinum, kom út í 2003 frá plátufelagnum Tutl. Á henni var Anders Hagberg at hoyra á saxofon og floytu, Mikael Blak spældi bass, Brandur Jacobsen spældi trummur og Heðin spældi gittar. Onnur útgávan, ?A Beam Of Light? kom út á gøtuna í 2007. Á henni er manningin tann sama, tó undantikið Ólavur Olsen, ið spælur trompet ístaðin fyri Anders Hagberg. Ímillum bólkarnar, ið Heðin hevur spælt við í gjøggnum árini, eru millum annað metal bólkurin Hatespeech, fólkabólkurin Enekk, etniski jass bólkurin Yggdrasil, etniski jass bólkurin A Wizards Journey, fólkasangarin Kristleif Zachariassen og rokkbólkurin Marius, bert fyri at nevna nakrar. Ímillum tónleikararnar, ið Heðin hevur spælt saman við eru Kristian Blak, Anders Hagberg, John Tchicai, Villu Veski, Anders Jormin, Eivør Pállsdóttir, Kári Sverrison, Óli Olsen, Arnold Ludvig, Tore Brunborg, Karin Korpelainen, Karsten Vogel, og mong onnur.

 

Heðin Ziska Davidsen, gittar

Ólavur Olsen, trompet

Heini Ragnarsson, trompet

Atli Petersen, trombon

Mikael Blak, bass

Brandur Jacobsen, trummur

Óli Olsen, tangentar

 

Tjant framførur í Reinsarínum leygarkvøldið kl. 22.30.