Tjaldursmálverjin fekk tríggjar dystir

Dejan Lacok skal sita uttanfyri tríggjar dystir, afturfyri at hann varð burturvístur í dystinum hjá Tjaldri móti KÍF fyri viku síðani. Tjaldur heldur lítið høpi vera í avgerðini, men fer kortini ikki at kæra

Tað var í Hoyvíkshøllini síðsta sunnudag, tá KÍF og Tjaldur hittust, at dómararnir Hannis Wardum og Eyðun Samuelsen valdur at vísa málverjanum hjá Tjaldri burtur.

Hetta er fyrstu ferð í mong harrans ár, at tveir dómarar velja at geva einum spælara harðasta dómin, sum yvirhøvur er í hondbólti.

Sjálv hendingin fór fram í fjórða minutti í seinna hálvleiki, tá Jónálvur Johannesen hjá KÍF leyp inn og skoraði. Hann nakað langt inn móti málinum, og bæði hann og málverjin hjá Tjaldri fóru um koll.

Jónálvur var fyrri uppi og skumpaði so hin, og tað fekk hann eisini útvísing fyri. Men áðrenn dómararnir vóru lidnir við sítt, vildi Dejan Lacok sleppa at hevna seg eisini, og tað kostar honum nú karantenu í tríggjar dystir.

Kappingarnevndin hjá Hondbóltssambandi Føroya tosaði fyrst leysliga saman um málið mánakvøldið, og mikukvøldið varð so endaliga avgerðin um teir tríggjar dystirnar tikin.

Kæra ikki
Men í Tjaldri eru tey alt annað enn nøgd við, at tey skulu vera jugoslaviska málverjan fyriuttan í tríggjar dystir:

? Nú sá eg ikki sjálvur dystin, men frá óvildigum sjónarváttum havi eg fingið at vita, at munurin á brotsverkunum hjá okkara málverja og kollfirðinginum var ikki so stórur, at tað kann revsast við tveimum minuttum til teirra spælara og trimum heilum dystum til okkara málverja, sigur Ragnar S. Olsen, formaður í Tjaldri.

? Eg skal ikki bera í bøtuflaka fyri eina hevndargerð, tí tað er sjálvandi ongantíð rætt at hevna. Men tá okkara málverji fekk blá merki um allan kroppin, tí hin spælarin var lopin beint inn í hann, dugi eg ikki at skilja, at so stórur munur skal vera á, hvussu stór revsingin er.

Hóast hetta, so fer Tjaldur ikki at kæra avgerðina hjá kappingarnevndini til dómsnevndina, sum annars er ein møguleiki sambært grein 6.16f í kappingareglunum fyri hondbólt.

? Tað er vónleyst hjá okkum at kæra, tí vit vinna einki við tí. Hetta sigi eg av royndum, tí vit hava longu frammanundan eina heilt aðra kæru liggjandi hjá hondbóltssambandinum, men har kemur bara einki svar, sigur Ragnar S. Olsen.

? Og tá vit skulu noyðast at rykkja hondbóltssambandið eftir svari upp á eina kæru, dugi eg ikki at síggja, at tað skal gera nakran mun, tí tað kann vera, at teir tríggir dystirnir longu eru farnir afturum, áðrenn nakað svar kemur.

Fleiri ymisk boð

Eitt annað, sum tey í Tjaldri eru ónøgd við í sambandi við hetta málið, er at tað koma ymisk boð úr hondbóltssambandinum.

? Undan steypadystinum á Skála týskvøldið spurdu vit okkum fyri hjá hondbóltssambandinum, og tá fingu vit at vita, at Dejan fekk karantenu í tveir dystir. Men tá vit so skrivliga fingu úrskurðin hjá kappingarnevndini at vita, var karantenan blivin til tríggjar dystir, sigur formaðurin í Tjaldri.

?. Tað líkist svartasta ongum, at vit soleiðis fáa ymisk boð. Tann, ið bar okkum boðini fyrru ferðina, legði enntá aftrat, at har vóru vit heppin, at tað bara bleiv talan um tveir dystir. Og so stendur í skrivligu fráboðanini, at karantenan er tríggjar dystir. Eg skilji ikki sovorðnan framferðarhátt.

Hann sigur, at tað er ikki sørt órógvandi fyri arbeiðið í felagnum, at tey skulu fyrihalda seg til tveir ymsar úrskurðir í sama máli, men at tey velja at trúgva, at tað eru skrivligu boðini frá hondbóltssambandinum, sum eru tey endaligu.

? Dejan sat longu uttanfyri steypadystin móti StÍF týskvøldið, men nú hann harumframt skal sita uttanfyri tveir dystir aftrat, merkir tað fyri okkum, at vit skulu klára okkum uttan okkara góða málverja restina av grundspælinum, tí vit bara hava tveir dystir eftir.

Hetta vil við øðrum orðum siga, at Dejan Lacok ikki aftur fer at standa í málinum hjá Tjaldri fyrr enn síðst í januar mánaði, tá endaspælið í landskappingini fer í gongd.