Manshondbóltur
Sjáldan hendir nakað ógvusligari í einum hondbóltsdysti, enn at ein útvísing í tveir minuttir ella eitt reytt kort kann klára tað.
Men sunnudagin hildu dómararnir málverjan hjá Tjaldrinum fara so langt, at teir náðileyst krossaðu armarnar, ið merkir burturvísing.
Hetta er harðasta revsing, nakar hondbóltsspælari kann fáa í dysti, og tað er eisini ótrúliga sjáldan, at hon kemur fyri.
Samstundis merkir burturvísingin, at liðið hjá revsaða spælaranum ikki kann seta annan mann inn í staðin, og tí mátti Tjaldur sunnudagin spæla síðstu 26 minuttirnar við seks monnum móti sjey.
Fýra minuttir vóru farnir av seinna hálvleiki, tá Jónálvur Johannesen hjá KÍF leyp inn og skoraði. Í atsóknini kom hann nakað langt inn, og bæði hann og málverjin hjá Tjaldri fóru um koll.
Jónálvur var fyrri uppi og skumpaði so hin, og tað fekk hann eisini útvísing fyri. Men áðrenn dómararnir vóru lidnir við sítt, vildi Dejan Lacok sleppa at hevna seg eisini, og tá kókaði yvir.
Hann sparkaði og rakti Jónálv, og eftir tingingar sínámillum samdust dómararnir Hannis Wardum og Eyðun Samuelsen um, at so var burturvísingin einasti og seinasti útvegur hjá Lacok.
Sást ikki aftur
Nú vóru góð ráð dýr hjá Tjaldri, ið longu var aftanfyri við fýra málum. Útispælarin Terji Hansen varð settur í málið, har hann ? uttan tær stóru royndirnar ? royndi at gera sítt besta.
Teir, ið eftir vóru á liðnum hjá Tjaldri, royndu eisini í sínum lagi at stríðast sum frægast restina av dystinum, og satt at siga komu teir rímiliga væl frá uppgávuni, hóast tap stóð í hendi og eisini gjørdist endin.
Tað vísti seg ikki, at brádligi meirilutin á vøllinum styrkti stórvegis um spælið hjá KÍF, ið nú skuldi havt bæði pláss og náðir til at lagt lunnar undir ein stórsigur.
Í staðin tóktist tað ikki, sum kollfirðingar fangaðu møguleikan rættiliga, og hóast kjansirnir ikki trutu, høvdu teir fleiri løgnar og býttisligar royndir móti Tjaldursmálinum, heldur enn at taka uppgávuna í fullum álvara og smyrja undirmannaðu gestirnar av.
Hetta var annars upplagdur møguleiki hjá KÍF at fáa sær eina trivaliga málúrtøku, men tá avtornaði sunnudagin, var javnvágin millum vunnin og tapt mál ikki komin longur enn upp á null_
At umstøðurnar nú vóru eitt sindur út yvir tað vanliga, gjørdi sítt til, at dysturin ongantíð rakk hæddirnar, og tað stóra hondbóltsspælið fer neyvan nakar at minnast hann fyri.
Fyrri hálvleikur hevði verið á einari leið, men í seinna hálvleiki fekk omanfyri nevnda hending lagt sín skugga á báðar partar, og ikki fyrr enn heilt móti endanum fór tað aftur at líkjast.
Sum vera man, vann KÍF, men sigurin var ikki so stórur og sannførandi, sum hann átti at verið tað móti Tjaldri, ið helst má finna sær avloysara í málinum fyri meira enn bara ein dyst.
KÍF-Tjaldur 32-26 (15-12)
Málskjúttar:
KÍF: Damir Odos 8 (2), Mirko Milinkvic 7, Petur Martin Poulsen 5, Eddie H. Joensen 3, Jónálvur Johannesen 3, Rógvi Weihe 3, Kristjan Madsen 2, Finn Heri Johannesen 1
Tjaldur: Dragisa Stojovic 8, Jens Martin Knudsen 7 (1), Sverri Justinussen 4, Tórhallur Thomsen 4, Ken Bærentsen 1, Áki L. Hansen 1, Dejan Lacok 1
Brotskøst: KÍF 2, Tjaldur 1
Útvísingar: KÍF 5, Tjaldur 4
Burturvísing: Tjaldur 1
Dómarar: Hannis Wardum og Eyðun Samuelsen