Tjaldur vitjar í Vági

Trygvi Mortensen vann í fyrstu royndini sum venjari hjá Tjaldrinum. Tað var seinasta vikuskiftið.

Nú skulu kvinnurnar úr Runavík royna seg í Vági, har VB, sum hevur mist sambandið við ovastu liðini fyribils, bíðar.

Dysturin byrjar klokkan 15.00.

 

Á Skála fær botnliðið StÍF vitjan av Kyndli, sum hevur staðið seg væl seinastu dystirnar. Tann dysturin byrjar klokkan 17.00.