Tjaldur ver vælkomið til okkum heim…

Soleiðis yrkti Jákup Dahl á Grækarismessu í 1907 um tjóðfugl okkara. Hóast Mikkjalsmessa ikki er farin, ljóðar at tjøldrini longu eru komin. Tá ið tjøldrini koma, er várið í hond, onki er so vist sum tað. Ella hvat?

Samfelagsligu veðurvánirnar siga frá kolandi stormi heldur enn lýggjum vári. Komandi Grækarismessan verður eitt slag av krossvegi ímillum myrkrið og ljósið, bæði so og so. Náttúran hevur sína føstu gongd. Veturin er um at vera av og ljósið og várið vinnur fram. Latum okkum vóna at vit menniskju varðveita ljósa sinnið og framfýsin taka upp tær avbjóðingar, ið heilt vist fara at koma í vár.

Januar og februar mánaði eru mest leiðiligu mánaðirnar fyri gastronomin. Úrvalið av frískum rávørum frá Evropa er í botni í løtuni og øll bíða vit til at nýggja sesongin tekur seg upp aftur við frískum og nýggjum grønmeti.

Vínummælið í dag kannar avstralsk vín-sløg í bíligari endanum.

Matummælið fer í dýpdina við vælkendu rosinunum og avdúkar fleiri viðurskifti, ið ein eigur at geva ans.

Bókaummælið viðger sera áhugaverda bók um hvussu familjan anno 2009 kann liva uttan at koma í samband við vandamilum evnum í mati og øðrum.

Uppskriftin sigur í dag ”sannleikan” um kaffi, sjokolátu, vín, mjólk og light-sodavatni.

Annars fari eg at heita á fólk um at stuðla nýggju granskingar-verkætlanini um ’kongenit anosmi’ hjá føroyingum. Also teir føroyingar, ið eru føddir við ongum ella sera lágum luktisansi. Tað er millum annað oyra-nasa-háls-serlæknin hjá okkum, Bjarki Ellefsen, ið stendur fyri hesari kanning, ið skal gera okkum klókari, hví summi av okkum her á landi verða fødd uttan møguleika at lukta umheimin.

Júst luktisansurin er sera týdningamikil fyri lívskvalitetin í lívi okkara. Bara nakrar dagar við krími, sigur okkum hvussu álvarsligt tað er, ikki at kunna lukta.

Frá ókendum, fjarskotnum londum!

Tú bert okkum boð um ein ljósari dag,

At nú er brátt summar í hondum.