Eingin ivi er um, at tey flestu síggja uppgerðirnar millum tey bæði sum moralska finalan í steypakappingini í ár. Og við allari virðing fyri VÍF og Kyndli, so eru tekin í bæði sól og mána um, at vinnarin av hálvfinaluni millum Tjaldur og Stjørnuna eisini verður steypavinnari.
Higar til hava liðini spælt tveir dystir í Sunset-kappingini, og her vann Tjaldur uppgerðina í Runavík, meðan Stjørnan vann greiðan sigur í Klaksvík fyri viku síðani.
Dysturin í Runavík byrjar klokkan 15 í dag.









