Hondbóltur
Áskoðararnir, sum ætlaðu sær at síggja ein stórsigur í KÍ-høllini í kvøld, máttu vónsvikin aftur til hús. Ætlaði dysturin millum Stjørnuna og Tjaldur varð nevnliga av ongum, tí Tjaldur møtti ikki til dystin.
Í Tjaldri siga tey, at tey longu mánadagin høvdu biðið um at fáa dystin fluttan. Hetta tí felagið hevur nýggjan venjara, og tí hesin vildi síggja liðið, áðrenn hann fór nakran veg við kvinnunum til dyst.
Tí ringdi Tjaldur til Stjørnuna, fyri at vita, um dysturin kundi flytast, men hetta vildi Stjørnan ikki ganga við til. Endin varð so, at Tjaldur ongan tíð kom til Klaksvíkar.
Stutt undan dystinum var tó aftur samband millum Stjørnuna og Tjaldur. Semja varð tá um, at dysturin í fyrstu atløgu verður útsettur, og at Stjørnan skal koma við einum útspæli um, nær nýggi dysturin verður.