VB-Tjaldur 25-15 (11-8)
Hondbóltur
Tað var so avgjørt toppur og botnur, sum hittust, tá Tjaldur um vikuskiftið fór til Vágs at spæla móti besta kvinnuliðnum hjá VB.
Liðini hava alt ár verið at finna í hvør sínum enda, og innanhýsis úrslitini higartil høvdu eisini verið greiðar ábendingar um, at talan bert var um ein avgreiðsluspurning hjá VB.
Javnt fyrra umfarið
Ivaleyst hevur stóri favorittleikluturin gjørt sítt, og í øllum førum var tað ein sannroynd, at VB í fyrra hálvleiki hevði stórar trupulleikar av gestunum. Bert trý mál skiltu partarnar, og gestirnir fóru spakuliga at halda, at tær møguliga kundu skapa eina sensatión av teimum heilt stóru.
At byrja við var heldur ikki talan um tann stóra munin í seinna hálvleiki, men brádliga vórðu tær á útiliðnum álvarsliga skerdar. Útvísingar fóru at hegla oman yvir tær, og hesum dugdu tær á heimaliðnum at gera sær dælt av. Betri gjørdist tað ikki, tá Beinta Joensen varð rikin av vølli fyri at brúka seg ov nógv, og tá so bæði Milica Ergic og Ann Mari Østerø høvdu fingið tríggjar útvísingar, gekk at kalla heilt galið. So illa stóð nú til, at eykamálverjin hjá Tjaldri mátti fáa sær ein vest, soleiðis at liðið kundi vera fullmannað seinastu løtuna.
Sostatt gjørdist talan eisini um væntaða stórsigurin til heimaliðið, tá avtornaði, men tær fingu í øllum førum eina ávaring um, at tað valla loysir seg at undirmeta nakran sum helst. Heldur ikki um talan er um eitt lið, sum ongan dyst hevur vunnið í hálvt annað ár.
Hetta var annars fyrsti dysturin, at Tjaldur heðvi jugoslavisku Jelena Jevtic við á liðnum. Sum skilst, fekk hon ikki tað stóra burtur úr dystinum, men hinvegin man tað enn vera nakað tíðliga at meta um, hvussu hon fer at roynast fyri botnliðið.
Illa nøgdar um dømingina
Eftior dystin fingu vit orðið á Beintu Joensen, ið sum nevnt varð rikin av vøllinum, og sum vera man var hon sera hørm um hendingina, sum kostaði henni reyða kortið. Ikki minst, tí tað so avgjørt ikki var úr hennara munni, at orðini komu, sum fingu dómararnar at taka reyða kortið fram.
- Eg má siga, at hetta følist heilt ræðuligt. Eg havi ongantíð í øll tey árini, sum eg havi spælt, fingið leikbann, Nú noyðist eg at sita yvir, og ikki minst er tað keðiligt, tí eg als ikki skuldi fingið reyða kortið.
- Tað hendi soleiðis, at eg hevði júst fingið tveina útvísing. Meðan eg so sat á beinkinum, fór ein hending fram úti á vøllinum, sum fekk eina aðra á okkara liðið at senda eina viðmerkingar eftir dómarunum. Úrslitið av hesum var, at eg varð revsað fyri hetta, og tað eri eg sjálvandi sera hørm um, segði Beinta um hendingina, har hon fekk reyða kortið.
Annars var Beinta av teirri áskoðan, at nógvu útvísingarnar, sum Tjaldur fekk í seinna hálvleiki, oyðiløgur dystin fyri teirra viðkomandi.
- Eg haldi so avgjørt ikki, at vit spældu somikið hart og ófantaligt, at tað varð neyðugt við øllum hasum útvísingunum, sum vit fingu í seinna hálvleiki. Fram til tað, høvdu vit sum so spælt ein fínan dyst, og eg haldi eisini, at vit fingu loypt ein ordans hvøkk á VB, sum als ikki tóktust uppsettar, tá dysturin byrjaði. Møguleikin hjá okkum fór so avgjørt fyri skeyti av hesum, og tað er sjálvandi keðiligt hjá okkum.
Við ósigrinum er Tjaldur framvegis á niðasta sessi, har tær enn eiga fyrsta sigurin til góðar, meðan VB hinvegin framvegis heldur fast í Stjørnuni í dystinum um silvurmerkini. Gullmerkini kunnu sjálvsagt røkkast enn, men hetta krevur so hjálp frá øðrum liðum, og í øllum førum skal annað spæl finnast fram, um sigrar framhaldandi skulu koma móti ovaru liðunum í deildini.
Dysturin í tølum
Málskjúttar:
VB: Christina Ho,m 9(1), Andrea Lütz 5(2), Regina Radó 3, Gurið Mortensen 3, Mary Krosslá 2, Margretha Augustinussen 2, Eyðbritt Krosslá 1
Tjaldur: Beinta Joensen 3(1), Kristine Ellingsgaard 3(1), Milica Ergic 2, Jelena Jevtic 2, Mona Langgaard 2, Turið Lamhauge 2, Oddvá Fossdalsá 1
Brotskøst: VB 4, Tjaldur 3
Útvísingar: VB 2, Tjaldur 11
Diskvalifikatiónir: Tjaldur 3 (1 beinleiðis reytt og 2 fyri 3X2 minuttir)
Dómarar úr Kyndli: Hanus Kúrberg og Hans Thomassen