Tjaldur kann skriva søgu

Tjaldur vann nevnliga fyrru hálvfinaluna móti Stjørnuni 25-24, og tí kunnu tær nú tryggja sær gullið. Hetta um úrslitið í dag í minsta lagi verður ein javnleikur.

Stjørnan hevur hinvegin áður staðið í líknandi støðu. Bæði í fjør og í fyrraárið taptu tær fyrsta finaludystin móti Neistanum, men í báðum førum vendi Stjørnan uppgerðini, soleiðis at tær við tveimum sigrum á rað kortini kundu rópa seg føroyameistarar.

 

Dysturin í Klaksvík í dag byrjar klokkan 15, og verða tað Andreas F. Hansen og Eyðun Samuelsen, sum skulu døma.

 

Vinnur Stjørnan dystin, verður neyðugt við einum triðja finaludysti, og skal hesin spælast í KÍ-høllini annan páskadag.