Tað er venjarin hjá kvinnuliðnum hjá Tjaldur, danin Henrik Daugaard, ið hevur sett eitt skriv saman, ið er sent til starvsnevndina og kappingarnevndina hjá HSF og til dómarafelagið.
Kallaði venjaran býttan
Danski venjarin hjá Tjaldur vil verða við, at dómarin allan dystin á tamb dømdi til fyrimuns fyri Kyndil, hóast hin dómarin fleiri ferðir dømdi hinvegin. Vóru dómararnir ikki á einum máli um avgerðir, var tað allatíðina so, at dómarin, ið Tjaldur hevur kært, vann dómin, vil Henrik Daugaard verða við.
Venjarin hjá Tjaldur vil eisini verða við, at dómarin undir dystinum fleiri ferðir hugdi eftir sær, tá ið hann hevði dømt ivasamar dómar til fyrimuns fyri Kyndil, og danin sigur, at tað kendist óbehagiligt.
Harumframt vil Henrik Daugaard verða við, at tá ið hann tók í hondina á dómarunum eftir dystin, bar av. Danin greiddi umstrídda dómaranum frá sínum upplivingum undir dystinum, men til hetta hevði dómarin bert eina viðmerking, og tað var: "Du er så dum", vil danski venjarin hjá Tjaldur verða við í skrivi sínum til HSF og dómarafelagið. Hann krevur nú eina umbering frá dómaranum, og lagt verður afturat, at um viðkomandi dómari aftur skal døma Tjaldur, so verða videoupptøkur gjørdar av dystinum, so at heta møguliga kann nýtast sum prógv.
Sita á málinum
Vit royndu til fánýtis at fáa eina viðmerking frá bæði starvsnevndini og kappingarnevndini hjá HSF hósmorgunin, men okkum eydnaðist tó at fáa fatur á Eyðun Samuelsen, ið situr í dómarafelagnum.
- Eg kann ikki siga stórvegis til hatta málið í løtuni, men eg kann siga so mikið sum, at vit sita á málinum í løtuni, og tað verður viðgjørt í næstum, sigur Eyðun Samuelsen.