Tjaldur hevur skrivað hondbóltssøgu

Eitt nýtt blað varð vent í føroyskari hondbóltssøgu seinnapartin. Kvinnurnar í Tjaldrinum í Runavík vunnu sannførandi 25-16 sigur á Stjørnuni. Skírisdag vann Tjaldur 25-24 á heimavølli, og harvið er tað greitt, at tað ikki verður neyðugt við triðju finaluni 2. páskadag.

Tjaldur er FM vinnari fyri fyrstu ferð, og harvið hevur hondbóltsfelagið á eystara armi á Skálafjørðinum við rakettferð rokkið upp á hægsta tindin.

Hóast steypavinnararnir í Klaksvík vunnu grundspælið, so hava kvinnurnar úr Runavík í teimum báðum finaludystunum víst, at tær eru rudduligir meistarar.

Breiddin hjá Tjaldrinum hevur í kappingarárinum ikki verið so stór. Í fyrra finaludystinum var hon størri, enn hon annars hevur verið, og í dag var hon uppaftur størri. Ikki minst í verjuni, ið var sum bergið.

Men tað vóru tveir spælarar, sum skaraðu framúr. Annar var málverjin Guðrun úr Lágabø, sum hevði nógvar fínar bjargingar, og hin var Alina Olaru, sum enn eina ferð var stórskjútti hjá nýggju føroyameistarunum.