Tjaldur vann 31-23 á Neistanum. Hálvleiksstøðan var 16-14 til gestirnar.
Barbara Brauer, sum hevur gingið undan hjá Neistanum í hesum kappingarárinum, var ikki tøk, tí hon varð útvíst í landskappingardystinum móti VB um vikuskiftið. Tað merkist.
Liðini togaðust um leiðsluna í fyrra hálvleiki. Eftir steðgin fóru gestirnir, við Adinu Petra á odda, undan Neistanum. Tjaldur hevur tískil eitt gott útgangsstøði undan seinnu hálvfinaluni, sum verður spældur 2. feburar. Tá eru Barbara Brauer og Nicoleta Radu Hansen væntandi tøkar hjá Neistanum.
Adina Petra, Tjaldur, var toppskjútti við 12 málum. Bára Hansen var toppskjútti hjá Neistanum við sjey málum.