Tjaldur fingið heimasíðu

Hondbóltsfelagið Tjaldur úr Runavík hevur nú fingið sær eina heimasíðu á internetinum

Endamálið er at styrkja sambandið millum leikarar, limirnar og onnur, ið hava áhugað fyri felagnum. Felagið varð stovnað 29. oktober 1998 við tí endamáli at skipa fyri hondbólti og øðrum ítrótti og at vera siðmennandi fyri ungdómsarbeiði í røttum ítróttaranda.
Heimasíðan hevur upplýsingar um nevndirnar, liðini, spælarar, dómarar og kontaktfólk. Harumframt er yvirlit yvir venjingartíðir, lógir felagsins, og heimasíðan fer eisini at lýsa við teimum tiltøkum, sum felagið skipar fyri. Slóðir eru til flest allar aðrar føroyskar ítróttarsíður. Eisini eru slóðir til ruturnar hjá Strandfaraskipum Landsins.
Adressan á heimasíðuni er: heima.olivant.fo/~tjaldur.fo/ .Til ber eisini at senda felagnum ein teldupost á tjaldur@post.olivant.fo.