Úrslitið var 28-21, hóast gestirnir úr Vági vóru á odda 13-12 í hálvleikinum.
Tað var fyrsti landskappingardysturin hjá Tjaldur í hesum kappingarárinum.
Miðskeiðis í seinna hálvleiki rann heimaliðið undan, og tað hjálpti lítið fyri úrslitið, at vágskvinnur royndu at hótta seinastu løtuna.
Cornelia Rimbu var toppskjútti hjá heimaliðið. Hon skeyt átta mál.
Rannvá Johannesen, Una Egilsdóttir og Gintare Lyderaite skutu flest mál fyri VB. Tær fingu fýra mál hvør.










