Tjaldur bukaði Kyndil

Tjaldur-Kyndil 34-17 (17-11)

Talan gjørdist ongan tíð um nakran spennandi dyst, tá Kyndil, sum hesa ferð hevði Flemming Raben á venjarabeinkinum, vitjaði hjá Tjaldri.

Tjaldurskvinnurnar medda høgt í ár, og tær lótu ongan iva vera um, at tær skuldu hava stigini í dag.

Frá byrjan var tað Tjaldur, sum setti dagsskránna, og tað var ongan tíð nakar vandi fyri, at tær skuldu snáva í royndini at fylgja við fremstu liðunum.

Bestu málskjúttar hjá heimaliðnum vóru hesa ferð Heidi Sevdal og Pátru Marinela, sum skutu 7 mál hvør. Fyri Kyndil skoraði Jacklin Durhuus 5 mál.