Kvinnurnar hjá Tjaldri hava í dag møguleikan at vinna sítt fyrsta steyp í fremstu hondbóltsrøðini.
Í fjør vóru tær bert eitt mál frá at vinna sær pláss í steypafinaluni, men í ár gekst betur, og klokkan 13.30 í dag fara tær á vøllin til dyst móti Stjørnuni.
Útlendsku spælararnir styrkja væl um hópin hjá Tjaldri, og eingin ivi er um, at hesar skulu raka dagin, um steypið skal enda í Runavík.
Stjørnan hevur hinvegin sítt at vísa á. Talan er um sættu finaluna á rað hjá Stjørnuni, og vinna tær í dag, hava tær samstundis vunnið sær steypið til ognar.