Hondbóltur
Tjaldur tykist ikki hava hug at geva skarvin yvir, nú endaspælíð í Sunset-kappingini er farið ígongd.
Í dag tóku tær móti VÍF, sum verður mett sum sterkasta liðið í niðara bólkinum, men hetta legði Tjaldur ikki stórvegis í.
Fyrstu løtuna leyp heimaliðið upp á 8-2, og tó at VÍF stríddi seg aftur, so hevði Tjaldur munin í steðginum.
Eftir steðgin leikaði meira javnt á, men 10 minuttir fyri leiklok fekk VÍF tó lagt seg á odda. Tað endaði eisini við, at gestirnir fingu ætlaðu stigini, men Tjaldur fekk avgjørt nýtt høvið til at senda eina kraftiga ávaring til hini liðini í niðara Sunset-bólkinum.
Vit hava tíverri ikki móttikið dómaraseðilin frá dystinum.










