Tjaldur bara betri

– Vit hava vant hart í síðstuni, men tað skal ikki vera nøkur umbering, tí Tjaldur var bara betri, sigur venjarin hjá Stjørnuni, Henrik Gerster

HONDBÓLTUR

 

Fyri Stjørnuna hevði dysturin í Runavík ikki annan týdning, enn at hann var ímóti einum av trimum møguligum mótstøðuliðum í FM-finalunum. Og hóast tað kanska er eitt sindur torført at motivera spælararnar undan einum slíkum dysti, vil Henrik Gerster ikki brúka nakrar umberingar:

– Vit hava vant hart í síðstuni, tí vit hava fyrireikað okkum til FM-finalurnar, og tí vóru genturnar kanska tyngri í beinunum, enn vanligt. Men tað skal altso ikki vera nøkur umbering fyri tapið, tí Tjaldur var bara betri, sigur venjarin hjá Stjørnuni, sum heldur enn gjarna vil enda sína tíð í felagnum við enn einum greipusigri – tí triðja á rað.

– Hetta hevur verið eitt hart kappingarár, har neyðugt hevur verið at toppað fleiri ferðir, og nú vóna vit so bara, at vit aftur eru á toppinum, tá finalurnar ímóti Tjaldri skulu spælast, sigur Henrik Gerster.