Á eykaaðalfundi hjá hondbóltsambandinum leygardagin var samtykt at tað bert verða 6 lið sum spæla í 1. deild hjá monnum komandi ár. Hetta merkir at Tjaldur flytur niður í 2.deild komandi kappingar ár.
Tey bestu liðini hjá hondbóltsfelagnum Tjaldur verða tískil at síggja í næst bestu deildini komandi kappingarár. Hetta hendi samstundis, sum felagið skrivaði undir sáttmála við danskan ungdómsvenjara.
Ætlanin hjá Hondbóltsfelagnum Tjaldur er at menna ungdómsdeildina og at felagi skal verða meira sjónligt bæði á vølli og uttanfyri.