Tjaldrið kom í gjár fram á Karlamagnus úr Klaksvík, sum royndi á einum stongdum øki á Føroya Banka. Skiparin fekk boð um at fylgja við Tjaldrinum til lands, og skipini komu á Klaksvík tíðliga í morgun.
Vørn sigur, at Karlamagnus royndi í øki " a ", ið er ein partur av Føroya Banka. Bara fiskifør í bólki 5 kunnu fiska har, og Karlamagnus er í bólki 4 A. Harafturat er økið stongt fyri fiskiskapi frá 1. juni til 1. september.
Málið viðvíkjandi Karlamagnusi er latið løgregluni.