Tjaldrið við tvíkiljuni

Júst í hesi løtu kemur Tjaldrið hjá Fiskiveiðieftirlitinum sleipandi inn eftir Skálafjørðinum við einum alibáti. Lítið man vera at ivast í, at hetta er alibáturin Stórafles, sum hvarv av Kaldbaksfirði í ódnarveðrinum fríggjanáttina.

Í gjár skrivaði Fiskiveiðieftirlitið á síni heimasíðu, at báturin var funnin flótandi í øllum góðum eystur av Fugloyarbankanum.

- Vit fingu fráboðan um, at tvíkyljan er sædd eystur av Fugloyarbankanum. Tað er Havbúgvin, sum er komin fram á bátin, og Tjaldrið er nú á veg eftir honum, skrivaði Fiskiveiðieftirlitið.

Og nú - fyri bara fáum minuttum síðan - kemur Tjaldrið sleipandi inn eftir Skálafjørðinum við bátinum, sum P/F Týggjará eigur.