EFTIRLIT
Føroyar eru ein fiskivinnutjóð meiri enn nøkur onnur tjóð, sum vit kenna, men vit hava eftir øllum at døma ikki ráð til eitt veruligt eftirlit við havøkjunum kring Føroyar. Nú árið er farið at halla, sansar at hjá Fiskiveiðieftirlitinum við peningi til rakstur, og hetta gongur útyvir siglingina hjá vaktar-og hjálparskipunum, Tjaldrinum og Brimli.
Tað váttar Jóhan Simonsen, fulltrúi á Fiskiveiðieftirlitinum.
Hann sigur, at síðan miðskeiðis í oktober hava Tjaldrið og Brimil siglt lítið, tí peningur er simpulthen ikki til at sigla oljuna burtur.
- Skipini hava í løtuni støð á Skála, har ymiskar umvælingar eisini verða gjørdar. Men royna at skipa so fyri, at annað skipið altíð er tøkt, um so er, at bráðfeingis boð eru eftir okkum til hjálparuppgávur.
Vantandi eftirlit
Jóhan Simonsen ásannar, at vantandi peningur til rakstur gongur útyvir eftirlitsuppgávurnar, sum skipini hava.
- Eftirlit er ikki bráfeingis uppgávur, og tí verður tað hesin parturin, sum vantandi fíggjarliga rásarúmið hjá Fiskiveiðieftirlitinum gongur útyvir.
Fulltrúin sigur, at siglingin hjá Tjaldrinum og Brimli verður ógvuliga avmarkað restina av hesum árinum, men hann endurtekur og leggur dent á, at annað skipið altíð liggur klárt til bráfeingis uppgávur, sum kunnu stinga seg upp, um okkurt verður áfatt úti á havleiðunum.
- Vit noyðast at ansa eftir, at ikki verður siglt óneyðugt. Tað er greitt, at tá okkum vantar pening til rakstur, er tað samstundis ein trupulleiki fyri fiskiveiðieftirlitið á havleiðunum, sigur Jóhan Simonsen á Fiskiveiðieftirlitinum.
Ikki plástur
Spurdur um eftirlitið, sum stovnurin í seinastuni hevur gjørt á landingarmiðstøðum kring landið fyri at finna út av, hvussu viðurskiftini eru við veiði av smáfiski, er ein ”konpensatión” fyri vantandi eftirlit úti á havinum, sigur hann, at so er ikki.
- Tað eru ikki tey somu fólkini, ið arbeiða umborð á skipunum, sum taka sær av eftirlitsuppgávum uppi á landi, sigur fulltrúin.